Sirið Stenberg, landsstýriskvinna í heilsu- og innlendismálum, fekk í farnu viku handað uppskot til nýggjan veðurlagspolitikk fyri 2020-2030. Uppskotið, sum byggir á veðurlagspolitikkin frá 2009, skal vera grundarlag fyri politiskari samtykt, um hvørji mál Føroyar skulu seta sær viðvíkjandi CO2 útláti frá 2020, tá núverandi politikkur gongur út, og fram til 2030. Samstundis hevur París veðurlagssáttmálin frá 2015 loyst gamla Kyoto sáttmálan av, og Føroyar hava bundið seg til eina nýggja altjóða kós í arbeiðinum at steðga veðurlagsbroytingum.
Arbeiðsbólkurin, ið hevur lagt uppskotið til rættis, er samansettur av starvsfólki í fleiri av teimum ymsu aðalráðunum umframt Umhvørvisstovuni, og uppskotið hevur verið til hoyringar hjá stovnum og felagsskapum, herundir eisini politisku ungmannafeløgunum.
Upp á fleiri mátar er nýggja uppskotið meira víðgongt enn tað frá 2009. Ítøkiligu tilráðingarnar um skerjing av útláti og útskifting av orkukeldum er summum førum munandi meira víttfevnandi, og kostnaður og íløgur í sambandi við nýggja uppskotið verða at síggja til eisini størri enn í mun til politikkin frá 2009.
Men hvat er broytt síðan 2009, og hvussu sær nýggja uppskotið út í mun til gamla politikkin?
Fastar karmar um veðurlagspolitikkin
Eitt átaksøki, sum ikki var at síggja í veðurlagspolitikkinum frá 2009, er, at tað almenna áleggur sær skyldur og skal røkja tær. Atlit skulu takast til veðurlagsmál í allari lóggávu, og landsstýrið og løgtingið eiga við leiðreglum og lóggávu at ansa eftir, at málini í veðurlagspolitikkinum verða útint.
Hetta átaksøkið var ikki partur av gamla veðurlagspolitikkinum, og hetta er ivaleyst eisini partur av orsøkini til, at trupult hevur verið at rokkið málunum frá gamla sáttmálanum, nú hann fer úr gildi.
Minka um oljunýtsluna til upphiting
Lagt varð í 2009 upp til, at í 2020 skuldi oljunýtslan til upphiting av húsum og øðrum vera minkað í eina helvt. Tá varð mett, at hitapumpur, fjarhiti, sólorka og effektivari oljufýr kundu tryggja, at nýtslan varð skerd við einari helvt. Tað málið er so ikki rokkið; í 2009 var oljunýtslan til upphiting umleið 60.000 tons av olju um árið, meðan talið í dag er 50.000 tons.
At nøgdin av olju, ið verður nýtt til upphiting, er minkað við 10.000 tonsum, er uttan iva ein positiv gongd - serliga tá hugsað verður um, at yvirhøvur er samlaða útlátið í Føroyum voksið.
Langt er framvegis á mál. Av teimum 18.000 húsunum í Føroyum er bert 2.500, ið hava fingið hitapumpu ella fjarhita. Í nýggja uppskotinum er sum mál, at minst helvtin av húsunum í Føroyum hava fingið fjarhita ella hitapumpu í 2030, men fyri at røkka hesum málinum er neyðugt, at í meðal 600-700 hús skifta til varandi orku um árið fram til 2030.
Minka um oljunýtsluna til ferðslu
Í 2009 varð sett sum mál, at í 2020 skuldu øll bensin- og dieselrikin akfør vera orku-effektiv. Harumframt skuldi stórur partur av akførunum vera vetnis- ella el-bilar. Ætlanin var, at hesi átøkini skuldu minka um oljunýtsluna til ferðslu í eina helvt - úr 30.000 tonsum av olju um árið niður í 15.000 tons.
Á hesum økinum er framvegis rættiliga langt frá málinum, ið varð sett. Oljunýtslan til ferðslu var í 2017 umleið 33.000 tons - áleið tað sama sum í 2009 - og í løtuni nýta bert 0,4 prosent av samlaðu akførunum í Føroyum el-orku.
Nýggja málið hesum viðvíkjandi er munandi meira framsøkið enn undanfarna. Í nýggja uppskotinum stendur, at í 2030 skal forboð setast fyri at selja nýggjar bensin-, diesel- og hybridbilar. Samstundis skulu frítøkurnar av MVG, skrásetingargjaldi og skrásetingargjaldi leingjast, soleiðis at tað verður lættari hjá føroyingum at skifta bensindrivnu akførini út.
Øll elframleiðsla skal vera úr varandi orkukeldum
Stór tøk eru tikin seinastu árini fyri at leggja el-framleiðsluna um frá olju til varandi orkukeldur, men ásannast má, at framvegis er nakað eftir á mál. í 2009 vóru góð 40 prosent av el-framleiðsluni framleidd úr varandi orkukeldum, og eftir ætlan skuldi tað talið í 2020 vera komið upp á 75 prosent. Helvtin av framleiðsluni kemur kortini framvegis frá olju.
Í nýggja uppskotinum verður miðað ímóti, at í 2030 er øll el-framleiðslan umløgd til varandi orkukeldur.
Minka oljunýtsluna til vinnu á landi
Eingi ítøkilig mál vóru í gamla veðurlagspolitikkinum fyri at menna varandi orkukeldur. Ístaðin stóð, at landsstýrið skuldi gera ein greiðan menningarpolitikk, sum millum annað skuldi fevna um eina miðvísa ætlan fyri menning av varandi orkukeldum og fyri, hvussu landsstýrið í fíggjarlógarhøpi kundi seta munandi upphæddir av til tess. Samstundis var lagt upp til, at menningarpolitikkurin skuldi fevna um ætlanir fyri orkusparandi tiltøk í sambandi við alment byggjarí.
Í nýggja uppskotinum er hetta skift út við eitt átaksøki um at minka um oljunýtsluna til vinnu á landi. Heldur ikki hesaferð eru ítøkilig átøk nevnd í uppskotinum, men víst verður á, at áhaldandi menning er við el- og vetnismotorum, og at við tíðini kunnu oljuriknu motorarnir skiftast út. Samstundis verður lagt upp til, at vinnan skal orkueffektiviserast, soleiðis at orkunýtslan fyri hvørja framleiðslueind skal lækkast.
Minka um útlátið frá skipum og flogførum
Nógv tann størsti parturin av samlaða útlátinum í Føroyum kemur frá fiskiflotanum, og útlátið hjá fiskiflotinum er samstundis eisini tann parturin, sum vísir seg at vera torførast at loysa og at finna ítøkiliga ætlanir til. Í veðurlagspolitikkinum frá 2009 varð mælt til, at fiskiskip skuldu brúka orkusparanda veiðireiðskap, umframt at kvotur skuldu latast til hvørt einstakt skip heldur enn sum felagskvotur til hvønn einstakan veiðibólk. Eisini skuldi royndarfiskiskapur við orkusparandi reiðskapi stuðlast av tí almenna. Beinleiðis krøv til fiskiflotan vóru tó eingi.
í 2017 stóð fiskiflotin fyri 42 prosentum av samlaða útlátinum, og í nýggja uppskotinum eru ongar ítøkiliga ætlanir fyri, hvussu útlátið í flotanum skal minka.
Í uppskotinum verður víst til tilmæli frá altjóða sjóferðslufelagsskapinum, IMO, ið mælir til, at í 2050 skal útlátið frá skipum verða minkað í eina helvt. Tað tilmælið er ikki galdandi fyri fiskiskip, men arbeiðsbólkurin vísir í uppskotinum á, at tey tøkniligu framstig, ið verða at síggja millum ferðamannaskip og farmaskip, fara eisini at hava ágóðar fyri fiskiskip, sum tíðin frálíður.
Tøkniligu frambrotini til skipaferðslu hava ikki higartil verið at sæð í eins stóran mun sum á landi, og í so máta eru aðrar avbjóðingar, ið eru fyri framman hjá fiskiflotanum. IMO hevur gjørt av, at ítøkilig ætlan til at minka um útlátið frá sjóvinnu skal gerast í 2023, og arbeiðsbólkurin mælir í uppskotinum til, at Føroyar skulu fylgja tí tilmælinum, tá tað fyriliggur.
Kunning
Seinasta átaksøkið í gamla veðurlagspolitikkinum er um kunning. Í stuttum varð lagt upp til, at tað almenna gekk á odda við at upplýsa borgarar, fakbólkar og vinnu um veðurlagstilvit, orkusparandi tiltøk og annað, ið kann gera mun í arbeiðinum at steðga veðurlagsbroytingum.
Aftrat hesum átaksøkinum er hesaferð krøkt gransking. Tað er gjørt ikki greitt, hvørjum granskast skal í, men víst verður á, at viðurskiftini í Føroyum eru serlig, tá hugsað verður um veðurlag, samfelagsstødd og vinnuviðurskiftum, og at hetta hevur við sær tørv á serligum loysnum, ið hóska seg til okkara.
Aftrat átaksøkjunum stendur í nýggja uppskotinum, at serligt CO2 avgjald skal leggjast á allar oljuúrdráttir, ið verða brúktir til orkuendamál. Hetta seinasta er ivaleyst størsta og mest víðgongda broytingin frá gamla politikkinum til nýggja, og arbeiðsbólkurin viðmerkir, at hann hevur í hesum førinum einans tikið atlit til umhvørvið og útlát at veðurlagsgassum, og altso ikki til skattatrýst ella fíggjarligu avleiðingarnar, ið hetta hevur fyri Føroyar. Dentur veður tó lagdur á, at hetta skal lýsast gjølla, áðrenn tílíkt tiltak verður sett í verk.










