Flokkurin Lega Nord, sum styðjaði Silvio Berlusconi, tá hann var forsætisráðharri í Italia, vil nú hava Berlusconi at sleppa ætlanini um at royna at gerast forsætisráðharri aftur.
-Góði Silvio. Lega Nord kann ikki styðja teg, um tú heldur fast um, at tú stillar upp sum forsætisráðharraevni, sigur formaðurin í Lega Nord, Roberto Maroni (myndin), við blaðið La Republica.
Berlusconi kunngjørdi fyri nøkrum døgum síðani, at hann fer at royna at gerast forsætisráðharri, tá val verður í Italia til várs. Spurdur, hví hann stillar upp sum forsætisráðharraevni, svaraði Berlusconi, at tað er best fyri samfelagið, at hann fær ábyrgdina av búskapinum.