Smyril 1
Nú er Gamli Smyril, seldur.
Ella í hvussu so er so gott sum.
Seinastu dagarnar hevur Strandferðslan samráðst við eitt felag í Karibia, sum er áhugað í at keypa Smyril 1.
Ætlanin er at brúka skipið sum ferðafólkaskip ímillum onkrar oyggjar í Karibia.
Og seinnapartin fríggjadagin samdust partarnir um handilin, men endaligu skjølini eru ikki undirskrivað enn.
Regin Vágadal, rakstrarleiðari hjá Strandferðsluni, væntaði, at endaligu skjølini verða undirskrivað í dag.
Kristian Davidsen segði á miðdgi í dag, at tey vóru ikki undirskrivað tá, men at hann væntaði at tað bleiv seinnapartin.
Fingu bara helvtina
Men tað er í øllum førum greitt, at landskassin fer ikki tað fyri gamla Smyril, sum ætlanin var.
Landsstýrið hevði upprunaliga roknað við at fáa eina millión amerikanskar dollarar fyri gamla Smyril, tað er góðar seks milliónir.
Tað gjørdust skjótt greitt, at tað fór at vera torført at selja hann fyri hasa upphæddina og tað vísir seg eisini, at tað fæst ikki meiri enn helvtina fyri hann.
Keyparin úr Karibia vil nevniliga bara bjóða 500.000 amerikanskar dollarar fyri skipið, tað er einar 3.150.000 krónur og tað hevur Strandferðslan tikið av.
Smyril 1 hevur ligið inni á Hulki í seinastuni og hann verður seldur sum hann liggur. Tað er dýrt at hava skipið liggjandi, eins og tað forferst rættiligaskjótt, so alt í alt er Strandferðslan nøgd við søluprísin.
Men Regin Vágadal hevur skilt, at keyparin ætlar at gera ymsar ábøtur á skipið, áðrenn tað fer av landinum, men tað verður so fyri keyparans rokning.
Kristian Davidsen sigur, at hann skal hava nýtt róður, akslar skulu trekkjast og onkrar plátur, sum eru tærdar, skulu skiftast.
Hann sigur, at tað fer at taka eina tríggjar vikur, so út ímóti ársenda er væntandi, at gamli Smyril fer av landinum fyri seinastu ferð.
Tilsamans vóru eini fýra, fimm boð upp á Smyril eitt, men Strandferðslan tók av tí hægsta, hini lógu niður í 200.000 dollarar.
Onkur sum bjóðaði, ætlaði bara at fáa hann upphøggingar.
Smyril 1 er bygdur í Ålborg í 1969 og fekk navnið Morten Mols. Í 1975 varð hann keyptur til Føroyar og settur í sigling ímillum Suðuroy og Havnina, men hann hevur eisini verið í millumlandasigling ímillum lond í norðuratlantshav og tað var hann, sum legði lunnar undir ta sigling, sum Norrøna hevur ídag.