Gamli skúli fær nýtt tak

Tann parturin av Fuglafjarðar skúla, sum varð bygdur í 1936 og uppíbygdur í 1959, fær nú nýtt tak.

 

Tann parturin av Fuglafjarðar skúla, sum varð bygdur í 1936 og uppíbygdur í 1959, fær nú nýtt tak.

 

Pætur Joensen, verkfrøðingur, sigur, at samlaða takflatan, sum verður skift, er umleið 300 fermetrar stór, og tað er byggifyritøkan Heildarverk, sum ger arbeiðið.

 

- Tað er aluminiumstak, sum hevur ligið á skúlanum í fleiri ár, og nýggja takið verður eisini úr aluminium.

 

Verkfrøðingurin sigur, at gamla takið hevur likið í støðum. 

 

- Ætlanin var at skifta takið í fjør summar, men tað dróg út, og tí verður hetta gjørt nú.

 

Pætur Joensen sigur, at arbeiðið fer at taka einar tríggjar til fýra vikur, og samlaða íløgan - íroknað arbeiðsløn - liggur um smáar 300.000 krónur.