Gamli Skálaberg seldur til Russland

Hann skal royna eftr alaska pollock í Berings- og Okhotskhavinum í fjareysturi í Russlandi

 

Flakatrolarin »Polar Princess«, ið er gamli »Skálaberg« og systirskip »Sundaberg« er nú seldur einum felag í Russlandi.

 

Tað er Polar Seafood í Grønlandi, sum átti skipið. Polar Seafood keypti upprunaliga flakatrolaran frá JFK Tol í Klaksvík. Nýggju eigararnir fara at royna eftir alaska pollock í Berings- og Okhotskhavinum í fjareysturi í Russlandi. Áðrenn farið verður til fiskiskap gongur leiðin til Suðurkorea, har frystiorkan verður økt og verksmiðjan broytt.

 

Tað er skipsmeklaravirkið MARETEC á Argjum, sum skipaði fyri sølini av »Polar Princess« vegna Polar Seafood í Grønlandi.