Í gjár skrivaðu, Eyðdis Hartmann Niclasen, borgarstjóri í Vága kommunu og umboð fyri Sp/f JPH, Sp/f E.P. Smíð og Sp/f Hølck Smíð, undir sáttmála um høvuðsarbeiðstøku av høvuðsumvæling av Gamla skúla í Sandavági.
Arbeiðið at høvuðsumvæla Gamla skúla uttan varð boðið út millum lokalar timburmeistarar. Tvey tilboð komu inn, og avgjørt varð at taka av lægsta boði.
- Tað er eitt samstarv millum Sp/f JPH, Sp/f E.P. Smíð og Sp/f Hølck Smíð, ið fekk arbeiðið at høvuðsumvæla Gamla skúla.
Á heimasíðuni hjá Vága kommunu siga tey, at samlaða arbeiðið fer at kosta stívliga 911.000 krónur. Arbeiðið byrjar í september og fer at taka einar tríggjar ella fýra mánaðir.