Gamli rocksangarin gjørdi bart

Gamli forsangarin í Led Zeppelin, Robert Plant, vann heili 5 virðislønir til stóra Grammy hátíðarhaldið, sum var í Los Angeles í nátt. Millum annað vann Robert Planet virðislønina fyri Ársins útgávu í fjør - og hesa virðisløn vann hann saman við Alison Krauss, sum hann hevur givið fløgu út saman við.

 

- Í gomlum døgum høvdu vit kalt hetta at selja seg sjálvan, men hetta er ein góður máti at brúka ein sunnudag, segði rocklegendan, eftir at hann hevði verið fimm ferðir á pallinum fyri at taka ímóti virðislønum.