Í oysandi regni søgdu kastararnir ?gamla? kastivølli farvæl. Tá kastararnir fyri seinastu ferð dystaðust á kastivøllinum við Eysturskúlan oysti regni so niður at ein kundi billa sær sjálvum inn at vøllurin græt soleiðis sum droparnir komu í stríðum streymum úr erva. Hóast ringa veðrið darvaði kastararnum so steðgaði tað teimum tó ikki.
Besta úrslit á degnum stóð Randi Kúrberg fyri í hamarkastinum tá hon kastaði hamaran út á 35,56 m. Annars vóru úrslitini so sum so, og var tað kanska serliga í diskus at úrslitini vóru serliga nógv ávirkaði av veðrinum. Hetta tí at ein ikki kann halda á einum vátum diski.
Úrslitini vóru:
Kasti 5-kamp, kvinnur:
Nr. 1 Randi Kúrberg: 2211 stig
Nr. 2 Meiðfríð Hansen: 1800 stig
Kasti 5-kamp, menn:
Nr. 1 Heri Ziska: 2245 stig
Nr. 2 Rógvi Højgaard: 1621 stig
Nr. 3 Uni Højgaard: 1253 stig
Nr. 4 Hjalti Lamhauge: 1012 stig
Vektkast, kvinnur:
Nr. 1 Randi Kúrberg: 7,04 m
Nr. 2 Meiðfríð Hansen: 5,44 m
Vektkast, menn:
Nr. 1. Heri Ziska: 10,40 m
Nr. 2. Uni Højgaard: 6,76 m
Nr. 3. Hjalti Lamhauge: 6,73 m
Nr. 4. Rógvi Højgaard: 6,10 m
Næsta kapping hjá vaksnu kastararnum verður opin kapping tann 13 desember, og verður tað á Tórsbreyt, skrivar www. hvirlan.fo