Gamli Eysturoyingur er í Kollafirði

Triði FM kappróðurin verður seinnapartin í dag. Fyrsta skotið í FM kappróðrinum verður klokkan 15.

Eftir Fjarðastevnuna á Skála síðsta leygardag ljóðaði, at nýggi Eysturoyingur, sum Sámal Hansen hevur smíðað, skuldi luttaka á Kollafirði í dag, og at tað harvið var síðsti róðurin hjá Eysturoyingi frá 1998, tá ið hann vann á Skála.

Nú tey gera klárt at rógva á Sundalagsstevnu er tað greitt, at tað verður gamli Eysturoyingur, sum fer at royna at vinna fyri triðju ferð í ár.

Róðrarlíkindini eru hampuliga góð - eitt lítið log ímóti - og 47 bátsmanningar fara at kappast.