Gamli bókahandil lat dyrnar upp

Fyrrverandi forsetin vitjaði eisini í Gamla Bókahandli. Har keypti hann sær Dimmuna og Sosialin, umframt nakrar bøkur um Føroyar sum ferðamál.

Fyrr í summar fekk H. N. Jacobsens bókahandil tann stóra heiðurin at koma á listan yvir bestu og hugnaligastu bókahandlar í heiminum, hjá danska blaðnum Politiken. Gamli bókahandil verður her sammettur við bókahandlar í New York, Havana, Rio De Janeiro, Berlin og Rom. Á listanum var ongin danskur bókahandil.