H.N. Jacobsens Bókahandil í Havn, ið man vera ein tann elsti handil í landinum, verður 140 ár ólavsøkudag. Í hesum sambandi verður móttøka í húsunum leygardagin 30. juli kl. 15, fyri fólki ið eru knýtt at handlinum. Ein framsýning verður við gomlum myndum og Malan Marnersdóttir, frá Grunni H.N. Jacobsens Bókahandil, sigur frá søguni hjá handlinum.
Søgan hjá bókahandilin á Vaglinum byrjar, tá Hans Niklái Jacobsen læt upp ein bókahandil í Gongini ólavssøkudag 1865, har hann búði og hevði bókbindarí.
Í 1918 varð gamli Realskúlin keyptur, og hevur bókahandilin verið har síðani. Umframt bókahandil hevur H.N. Jacobsens Bókahandil havt prentsmiðju, sum gjøgnum tíðirnar hevur prentað nógvar bøkur og tíðarrit. Prentsmiðjan læt aftur fyrr í ár.
H.N. Jacobsens Bókahandil verður í dag rikin av einum grunni, sum eigur og rekur handilin. Bókahandilin verður í løtuni umbygdur, soleiðis at sjálvur handilin verður í vestara parti, og Kunningarstovan skal flyta inn í eystara partin, ið vendir móti gamla Apoteki.
Um ólavsøkuna eru framsýningarvindeyguni í handlinum prýdd við gomlum myndum av húsunum og umhvørvinum har.