Í dag letur upp framsýning í Skálanum, har sýndar verða fram yvir 50 ára gamlar glasplátur hjá Thule Bókhandli. Framsýningin er opin til 18. februar.
- Tað gongur mangan striltið at fáa navn á myndir, sum eru 80-100 ára gamlar, tí meta vit, at rættast er at fáa hesar myndir út millum fólk, so nøvn vera til allar myndirnar, fyri at eftirtíðin kann hava gleði av savninum, siga Hanna Hansen og Magna Thomasen, sum ahva fyrireikað framsýningina.
Tær siga, at allarhelst heldur onkur, at myndirnar ov ungar, tí tey flestu, sum eru avmyndaði, kenna seg aftur.
- Vónandi ilskast eingin av at síggja seg sjálvan á hesi framsýning. Vit meta, at allar myndirnar eru góðar, og um framsýningin verður væl móttikin, er ætlanin at hava fleiri slíkar, siga tær báðar.
Tilsamans eru uml. 7000 myndir. Av teimum eru eini 1500 skannaðar.
Eliesar Poulsen stovnaði Thule Bókhandil 1. januar 1949. Eliesar var føddur 15. januar 1898. Í 1927 giftist hann við Onnu Sofíu Elisabeth Joensen av Vðareiði. Tey vóru barnleys. Systir Fíu, Marianna, sum var ógift, búði inni hjá teimun, og vóru tað tey trý, sum starvaðust í bókhandlinum.
Elieser fekk sær eisini fotoatelier, og hevði hann ymiskar danskar fotografar í arbeiði. Myndirnar eru tiknar á glasplátur og eru frá byrjunartíðini hjá Thule og til uml. 1956. Tær flestu eru persóns- og familjumyndir. Eisini eru nakrar myndir, ið eru tiknar av gomlum myndum.