Gamlar hetjur og nýggir risar í Glitni

Bjarni og Rakul, Kolbein Simonsen og Sámal Ravnfjall og Holgar og Villmenn fara hetta vikuskiftið á pallin í Glitni. Glitnir roynir at sláa navnið fæst sum nýggja spælistaðið í Havn.


Vikuskiftið byrjar longu í hóskvøldið klokkan 21.00, tá Bjarni og Rakul fara á pallin at fjálga um gestirnar í Glitni. Tónleikurin verður sambært Gltini undirhaldstónleikur, sum hoyrir einum hugnaligum og væleydnaðum hóskvøldið til.
Fríggjakvøldið eru tað tveir av teimum mest garvaðu tónleikarunum á føroyska tónleikapallinum, bassmeistarin Kolbein Simonsen og tann føroyski Neil Young og Bob Dylan í sama pakka, Sámal Ravnsfjall, sum fara at spæla. Teir munnu hava eina tí mest umfatandi spæliskránna í Føroyum og kunnu vanliga tillaga seg til næstan ein hvørja áskoðarafjøld. Kvøldið byrjar kl. 23.00 og er unplugged.
Leygarkvøldið verður fótbóltsdansur við Føroya meistarunum í vágasoundi, Holgari og Villmonnum. Teir hava eru í harðari venjing til Global Battle of the Bands, og eru topptrimmaðir, hetta kann ikki annað enn verða gott. Byrjað verður kl. 23.30, ókeypis atgongd er til kl.. 24.00