Gamlar hetjur hittast í Vági

Løgmaður og aðrar gamlar legendur í føroyskum fótbólti, bresta saman á vøllinum á Eiðinum í Vági á jóansøku


Á jóansøku verður eitt rættiliga sermerktur og forvitnisligur fótbóltsdystur á vøllinum á Eiðinum í Vági.

Har hevur tað eydnast at savna frálíka VB liðið, sum varð føroyameistari í 2000 til ein framvísingardyst.

 

Og teir, sum tey skulu spæla ímóti, er gamlir landsliðsleikaar í fótbólti frá teirri tíðini og í árunum rundanum.

Dysturin verður leygardagin, Jóansøkuaftan, klokkan 16.45, men er kappróðurin ikki liðugur, verður dysturin útsettur, so at fólk lukkast á vøllin.

Jón Gærdbo, sum er ein av fyrireikarunum, sigur, at tað hevur eisini eydnast at fáa teir sera eyðsýndu útlendingarnar, sum mannaðu VB liðið hetta árið, at koma hendavegin at vera við í dystinum.

 

Talan er um teir fýra, Milan Kulic, Predrag Zivkovic, Robert Cieslewicz  og ikki minst Krzysztof Popczynski, sum eisini var venjari hjá VB hetta árið.

 

Teir koma allir til Føroya hósdagin og fríggjadagin verður farið at venja. Í tí sambandi verður eisini móttøka í VB Húsinum fyri útlendsku leikarunum, har almenninginum fær høvi at heilsa upp á hesar útlendsku spælararnar, sum høvdu so stóran týdning fyri liðið.

 

Teir, sum fara at manna mótstøðuliðið hjá VB í sjálvum dystinum leygardagin, er ikki heilt endaliga greitt, tí svar er ikki komið frá øllum.

 

Men burtur úr rúgvuni av teimum, sum fara at spæla á samansetta landsliðnum, kunnu nevnast Jan Dam, Rógvi Jacobsen, Kári Reynheim, Óli Johannesen, Hans Fróði Hansen, Gunnar Mohr, Uni Arge, Allan Mørkøre, Mikkjal Thomasen, Suni Fríði barbá, Ingi Rasmussen og so eisini Pól Thorsteinsson, sum eisini er úr Vági.

Og samstundis er tað í hvussu so er greitt, at Kaj Leo Holm Johannesen fer at standa í málinum annan hálvleikin.


Tey, sum vilja frætta meiri um hetta forvitnisliga tiltakið, kunnu lurta eftir Rás2 seinnapartin mikudagin ímillum klokkan 13 og 15.

Tá fer Kári Annand Berg at hitta Jón Gærdbo, og eitt umboð fyri samansetta landsliðið, har teir fara at tosa og reypa um dystin.