Gamlar el-innleggingar eru vandamiklar

Nógvir skaðar standast hvørt ár av el-innleggingum frá 50?unum og 60?unum. Ofta er talan um smærri skaðar, men tað kann vera sera vandamikið, um húsini er gjørd av sonevndum bleytum plátum, sum vóru nógv nýttar til sethús í 50?unum ? og teimum eru tað nógv av, sigur Emil Simonsen, leiðari fyri sýnsmonnunum hjá Tryggingarfelanum Føroyar.
? Trupuleikin við gomulum el-innlegginum er, at leidningarnir eru lagdir beinleiðis inn í veggin. Hendur ein kortslutningur, er beinleiðis samband við veggin og tað kann føra til umfatandi eldsbruna ? serliga um húsini eru bygd av sonevndum gassplátum. Tá breiður eldurin seg so skjótt, at húsini kunnu brenna í grund uppá onga tíð, sigur hann.
At sløkkja kontaktina, ella taka stykkið úr kontaktini, er eingin trygd í hesum føri. Tað einasta rætta er at skifta gamlar el-innleggingar út, heldur Emil Simonsen. Í dag verða allir leidningarnir samlaðir í einum kassa aftanfyri veggin, so teir ikki koma í samband við pláturnar, um ein leidningur brennur saman.