Gamlamannamøsn

Nei, hann er ov gamal. Jú, men hon er bara fýra ár yngri enn hann, so hon kann heldur ikki brúkast. Tey eru ov gomul, alt ov gomul. Tey eru over and out.
Slíkar ørvitisniðurstøður hava verið fremstar í øllum tosinum um nýggja formannin ella nýggju forkvinnuna í Javnaðarflokkinum, sum tey gomlu kalla sosialistarnir. Fólk, sum eru 55 ella eldri, kunnu ikki leiða ein flokk. Tey eru ov gomul.
Forbannað møsn. Men ókey, í øðrum tilafturskomnum menningarlondum verða fólk sjáldan eldri enn 40 ár. Tey, sum eru eldri enn tað, eru í veruleikanum deyð. Og tá kunnu tey sjálvandi ikki vera leiðarar í einum flokki, sum eisini er deyður, tó ikki av elli.
Ein av teimum, sum ikki kunnu brúkast fyri aldur, er borgarstjórin í Havn. Hóast hann fær meira av skafti enn øll hini í býráðnum tilsamans. Og hann er tann elsti í býráðnum. Men, sum sagt, hann er ov gamal.
Tey, sum eru skeivu megin 55, eru ov gomul, og tað er tað.
Sjálvur eri eg ov gamal til annað enn eitt undirmett, undirlønt pláss við eitt flutningsband.
Almannastovurnar, sum kalla seg fakfeløg, hava í nógv ár reypað av einum eldrapolitikki, sum tey, sjálvandi við tógvið stríð sum altíð, hava fingið í sáttmálarnar í staðin fyri minst eitt prosent í lønarhækking. Sum so nógv onnur slík dýrgoldin rættindi, rættindi, kalla tey tað vist, er eldrapolitikkurin bara eitt orð í sáttmálanum, eins og førleikamenningin til dømis. Ókeypis orð, keypt fyri dýr prosent.
Áðrenn eldrapolitikkurin hjá almannafeløgunum fer at virka, eru øll vit eldri deyð av elli. Sum tey siga í penjonistafeløgunum: vit ungu, sum eru vorðin eldri enn tey ungu.
Baptistarnir eru tey einastu, sum virða tey eldri, lívsroyndirnar hjá teimum eldri. Tey hava elstaráð, havi eg latið mær fortalt.
Í ættarbólkum, sum búgva longst inni í frumskóginum, verða tey elstu eisini spurd, tá okkurt stórt leikar á. Vit siga sjálvandi, at slík fólk eru ósiviliserað.
Hví hava Rolling Stones ikki fyri langari tíð síðani fingið sær annan sangara? Mick Jagger er langt síðani farin upp um tey trýss. Hann er alt alt ov gamal
Gott hjá Metusalemi, at hann ikki er her nú. Óbrúkiligur í 913 ár.
Vit gomlu eru ein byrða, men áðrenn teir ungu politikararnir hava fingið í lag eina nýggja pensjónsskipan, eru teir vorðnir 55+ og vit gomlu langt síðani deyð í hungri og halli.
Gomul fólk eru ikki í ordan. Tak Mærsk Mc-Kinney Møller, hann er næstan tvær ferðir 55, hann hevur blakað 20 milliónir burtur í eitt hol á Drelnesi, ein nýggjan Kirkjubømúr, tí hin er alt alt ov gamal. Tað hevði eingin yngri enn 55 gjørt. Pengar eru ikki alt, men uttan teir var einki.
So tosa tey og skriva tey um gráa gullið. Gull er ikki grátt. Silvur er grátt. Og silvur er ikki betri enn næstbest.
Lívsroyndir rópa tey eisini eitt, sum ikki telur við, tí juppiarnir vita og duga alt betur. Ein juppi er, sambært orðabókini, ein ungur vælløntur maður við høgari útbúgving, sum býr í útryðjuni í býi og bara hugsar um starvsliga og peningaliga framgongd, og sum dámar væl at brúka nógvar pengar.
Hvussu gamlir vóru teir annars, sum feldu eikina? 55- ella 55+?
Sum sagt, spyr ikki meg, eg eri ov gamal. Sum vit søgdu í hálvfjerðsunum: bjóða mær, eg koyri ikki.
Ellin nívir, eg orki ikki og dugi ikki at skriva meira í dag.