Nevndin í Sjóvar Fornminnafelag hevur í fleiri ár havt eitt ynski um at fáa umvælt ta elligomlu Tinggøtuna á Selatrað, sum í nøkur ár hevur ligið í órøkt.
- Gøtan er søgulig og man vera elsta mannagjørda gøta í Eysturoy. Hon gongur úr Dungansvík niðan í fyrndarbýlingin, Heimi á Bø, har eysturoyingar hildu ting gjøgnum ótaldar øldir.
Tað skrivar Max Weihe á Facebook-síðuni hjá Sjóvar fornminnafelag. Hann vísir á, at eftir hesari gøtu gingu løgmaður, løgrættumenn, sorinskrivari og fúti við fylgi - til Selatrað Ting.
Sjóvar kommuna hevur latið tilfarið til umvælingina av gøtuni, og á myndini eru Andrass Jacobsen av Skála og Jóhan Karl Djurhuus av Selatrað í ferð við at umvæla gøtuna.
- Andrass og Jóhan Karl eru óførir og hava stóra tøkk uppiborna - fyri hetta ólønta, men virðismikla arbeiðið, skrivar Max Weihe á Facebook-síðuni hjá Sjóvar fornminnafelag.
Sambært heimasíðuni hjá Sjóvar kommunu er tað Eilif Jógvansson, sum hevur tikið viðheftu mynd av Andrassi Jacobsen og Jóhan Karl Djurhuus.