Gamla Ternan um Lorvíksfjørð

Strandferðslan hevur biðið Skipaeftirlitið um undantaksloyvi til gomlu Ternuna, so hon kann flyta bilar um Lorvíksfjørð komandi dagarnar

- Vit hava ikki fingið endaligt svar enn, men líkt er til, at vit kunnu fáa undantaksloyvi í eina tíð, sigur Reidar Nóndfjall, stjóri á Strandferðsluni.

Ternan I plagdi at røkja siglingina millum Lorvík og Klaksvík, men tað eru næstan 20 ár síðani, at skipið varð tikið úr hesi siglingini.

- Um vit sera gomlu Ternuna inn í siglingina, so er tað bara fyri at taka eitt sindur av trýstinum, sum liggur á Smyril, sigur Reidar Nónfjall.