»Tað næsta verður, at fólk í Føroyum nú fara at lesa William.«
Soleiðis helt ein av mongum Heinesen-serfrøðingum skemtiliga fyri í einum púrasta óformligum práti nú ein dagin. Kanska er nakað um tað kortini.
Í sínari samtíð tóku føroyingar ongantíð rættiliga William Heinesen til sín. Gamaní vóru teir ernir, tá hann fekk Bókmentavirðisløn Norðurlanda-ráðsins fyri skaldsøguna »Det Gode Håb«, men kanska var tað ein forðing fyri føroyingar, at hann skrivaði á donskum. Helst hóvaði tað eisini pørtum av føroyingum illa, at hann gjørdi gjøldur burturúr fordømandi prædikantum og heldur stillaði seg hjá teimum glataðu.
Nú er William Heinesen av álvara í brennideplinum aftur, tí eitt ókent skaldsøguhandrit frá 1920-unum er komið fram. Skaldsøgan, sum kanska verður útgivin seinni, kallast »Den yderste tid«. Helst er tað fyrsta skaldsøgan, sum William Heinesen yvirhøvur hevur skrivað. Hon er ongantíð komin út, og fólk, ið eru væl inni í skaldskapinum hjá Williami, hava heldur ikki hoyrt tittulin nevndan áður í øðrum samanhangi.
Jess Jessen, stjóri á Frederiksberg Antikvariat, sum hevur handritið í varðveitslu, sigur talan vera um eitt vælskrivað og gjøgnumrættað handrit, ið hevur verið nærum klárt til prentingar. Hann kundi hugsað sær at givið tað út sum endurprentað handrit, men tað eru arvingarnir, sum eiga rættindini, og tí skulu teir spyrjast eftir fyrst.
Jógvan Isaksen, bókmentafrøðingur, heldur handritið verða áhugavert, men hann ivast í, um tað er rætt at geva tað út. Hann grundgevur tað við, at William sjálvur hevur latið tað verið í gloymibókini.
? Støðið hjá Williami var óvanliga høgt frá fyrstu til síðstu bók, og eg kenni ongan annan høvund, sum hevur havt so høgt støði allan vegin ígjøgnum. William Heinesen sjálvur hevur ikki viljað givið tað út, so tað er spurningurin, um ættarlið, sum koma eftir hann, eiga at gera tað. Tað leggur so onki afturat hansara skaldskapi, sigur Jógvan Isaksen.
Tað var annars vinurin hjá Williami, Otto Gelsted, ið var redaktør hjá Munksgaard, sum vrakaði skaldsøguhandritið hjá Williami. Hann helt, at William Heinesen skuldi skriva lýrikk og essay.
William Heinesen sjálvur skrivaði altíð á skrivimaskinu við gjøgnumslagi, og tí er rættiliga vist, at hann sjálvur hevur havt eitt eintak av handritinum liggjandi. Í einari samrøðu við Bjarne Nielsen Brovst avdúkaði William Heinesen, at hann hevði nógv liggjandi, sum ongantíð varð givið út. Kanska skuldi eg brent tað, legði hann afturat, og tað sigst eisini, at hann brendi nógv persónlig pappír í 1980-unum.
Nú er so eitt ókent handrit knappliga komið undan kavi, og hóast William hevði verið yvir 103 fyrsta dagin, er altso ikki óhugsandi, at ein nýútgáva kemur út í hansara navni.