Gamla sjónvarpið verður kvøldskúli

Tórshavnar Kommuna fer nú at keypa nøkur av hølunum hjá gamla sjónvarpinum í Vørðsluni til Kvøldskúla.

Tað fer Tórshavnar býráð væntandi at samtykkja á fundi í annaðkvøld.

Tað er Mentamálaráðið, sum hevur sett bygningarnar til sølu og síðani hava Tórshavnar Kommuna og ráðið samráðst um at kommunan skal keypa nøkur av hølunum.

Ætlanin er at brúka tey til kvøldskúla, sum annars heldur til hinumegin vegin.

Við hesum fær Kvøldskúlin savnað virksemið og fær samstundis eisini møguleika at økja munandi virksemi, bæði við skúlastovum og verkstovum, sigur býráðið.

Neyðugt verður kortini at gera ymsar ábøtur og umvælingar, eins og hølini skulu byggjast um.

Býráðið heldur, at bygningarnir kunnu fáast til keyps fyri í mesta lagi 2,5 milliónir krónur og fíggjarnevndin hjá býráðnum mælir til at taka av.

Og á fundinum í annaðkvøld skal býráðið so taka støðu til málið.