Við stórum nøvnum sum Jens Marna Hansen og Hanus G. Johansen á skránni var lagt upp til eitt sera hugnaligt kvøld í Gamla Reinsarínum fríggjakvøldið. Tá skipaði OD-bólkurin úr Studentaskúlanum í Hoydølum nevniliga fyri stórum cafékvøldið til frama fyri ársins skúlaverkætlan í Niger.
- Eg varð satt at siga bilsin um, hvussu nógv fólk komu oman fríggjakvøldið. Vit væntaðu ikki tað heilt stóra, tí vit høvdu ikki gjørt serliga nógv fyri at upplýsa um tað ella fáa tað út í miðlarnar, sigur Mortan Østerø, limur í OD-bólkinum í Hoydølum.
- OD hevur høvuðssætið í Keypmannahavn og tískil hevur ein stórur partur av OD-arbeiðinum sum heild høvuðssæti í Danmørk. Av hesi orsøk meta vit í OD-bólkinum tað vera sera týdningarmikið eisini at kunna føroyingar um OD, tí nógv framvegis ikki hava hoyrt um felagsskapin, hóast hann longu hevur eksisterað í heili tíggju ár í Føroyum. Eg hopi og vóni, at fólk tóku tað, vit søgdu, til sín ? bæði næmingar, sum fara út at arbeiða 5. november, men eisini vanlig fólk, sum møguliga vilja hava ein OD?ara út at gera okkurt handaligt arbeiði fyri seg á degnum.
Verkætlanin í Niger snýr seg um at byggja 19 skúlar í vestafrikanska landinum, sum fara at tryggja 2100 børnum eina skúlagongd og harvið eisini ein møguleika fyri einari øðrvísi framtíð. Nógvir eru trupulleikarnir í Niger. Yvir 60 prosent av fólkinum livir fyri undir ein dollara um dagin og landið hevur heimsmet í analfabetismu ? yvir 85 prosent av íbúgvum Nigers duga hvørki at lesa ella skriva. Nigerska stjórnin hevur ikki ráð at gera skúlar og útbúgvingarstøðið í Niger hevur sostatt verið óbroytt seinastu tjúgu árini.