Gamla Rúsan verður granskingarpark

Bygningurin við Hoyvíksvegin í Havn, sum fyrr hýsti Rúsdrekkasølu Landsins, skal umbyggjast til biotøkniliga granskingarpark og innovasjónsdepil. Sambært fíggjarlógini hjá Løgtinginum, sum varð samtykt mikudagin, er ætlanin at umbyggja hølini hjá Vinnuframagrunninum á Hoyvíksvegnum til eisini at virka sum biotøknilig granskarapark og innovasjónsdepil.

Verkætlanin verður framd í samstarvi við almennar stovnar og vinnuna, og kostnaðurin er fyribils mettur at verða umleið 10 milliónir krónur. Í 2011 er ætlanin at innrætta kanningarstovur og onnur arbeiðs- og felagshøli.

- Granskaraparkin skal, eins og tað varð lýst í tilmælinum um granskarapark frá 2005, stuðla vinnuligari menning, nýhugsan og nýskapan við at stimbra og menna sambond og samskifti millum íverksetarar, granskarar, serfrøðingar og vinnulív, stendur í álitinum frá fíggjarnevndini.

Víðari verður sagt, at vitanarvinnur mennast í samvirki millum hægri lærustovnar, sektorgranskingarstovnar og vinnuna. Lagt verður tí upp til, at eisini almennir stovnar, sum granska og gera biotøkniligar royndir, kunnu hava partar av sínum virksemi í granskaraparkini, saman við granskarum úr vinnuni og íverksetarum.

Granskaraparkin verður skipað sum eitt partafelag, ið verður sett á stovn av P/F Fiskaaling saman við øðrum pørtum. Kanningarstovurnar í granskaraparkini verða útgjørdar við framkomnum granskingartólum, ið luttakandi stovnar og verkætlanir taka við sær í parkina. Soleiðis verður so líðandi ein biotøknilig tólpark uppbygd til alt tað føroyska granskingarumhvørvið, alment og vinnuligt, at gagnnýta.