Fólk, ið hava ferðast í Saltangará hesar seinastu mánaðirnar, hava í eina tíð lagt merki til, at gomlu posthús hølini í býnum, hava verið umvæld.
Tað eru nøkur ár síðani at Posta flutti alla sína avgreiðslu niður í tann niðara partin av bygninginum, meðan tann ovari parturin hevur staðið tómur. Men í morgin letur hann upp aftur í spildur nýggjum hami. Talan verður tó um heldur øðrvísi avgreiðslu, enn tá Posthúsið helt til í hølunum.
Tað eru teir fýra mótahandlarnir Skálkur, Sportigan, Gellan og NameIt sum lata upp í nýggju hølunum. Teir fýra handlarnir eru ikki fremmandir í Saltangará, tí heilt síðani 2010 hava allir teir handlarnir virka í Saltangará – bert í øðrum hølum.
Men nú vera tað altso í nýggjum hølum, at teir handlarnir vera at finna framyvir.
Nýggju hølini lata upp á fyrsta sinni í morgin, hósmorgunin, klokkan 10:00, við fleiri góðum upplatingartilboðum. Omanfyri ber til at síggja mynd av snotuligu nýggju hølunum, ið eru nógv broytt teir seinastu mánaðirnar.