Gamla Norrøna, sum frá 1983 til 2003 røkti siglingina millum Føroyar og útheimin, hevur seinastu seks árini siglt víða um í verðini.
Í 2004 eydnaðist nevniliga Smyril Line at selja skipið til missiónsfelagsskapin Operation Mobilisation. OM er ikki ein ókendur felagsskapur í Føroyum. Hundraðtals av ungdómum fara hvørt summar til Týskland, har felagsskapurin skipar fyri kristnu summarstevnuni Teenstreet, meðan skipini hjá felagsskapinum hava fleiri ferðir verið á vitjan í Føroyum.
OM keypti Norrøna fyri at avloysa gamla skipið Logos II. Norrøna varð umdoypt til Logos Hope, og fyrstu fimm árini vóru brúkt til at umvæla skipið. Í 2009 varð skipið liðugt umvælt, og hevur síðani siglt kring heimin við tí kristna boðskapinum.
Hesi seinastu seks árini hevur gamla Norrøna vitja í Evropa, Miðeystri, Suðurasia, Afrika, Karibiska havinum og Miðjarðarhavið, har fólk hava fingið møguleikan at vitja umborð á skipinum. Í alt hevur skipið vitja 96 havnir, siglt 63.000 sjómíl og 3,8 milliónir fólk hava vitjað umborð á skipinum, síðani tað broytti navn til Logos Hope.
Umleið 400 fólk úr umleið 35 ymiskum londum, harímillum eisini Føroyar, arbeiða til dagligt umborð á skipinum.
Føroyska deildin av Operation Mobilisation hevur í undanfarnu viku skipað fyri Logos Hope viku, har felagsskapurin hevur savnað pening til raksturin av skipinum. Føroyska deildin av OM hevur millum annað ábyrgdina av maskinstjóranum ella 1. meistara sessinum umborð á skipinum. Tað merkir, at tað er føroyska deildin, ið finnur fólk og stuðlar teimum fíggjarliga, soleiðis at tað altíð eru roynd fólk í maskinrúminum.