»Gamla Norrøna« kemur til Keypmannahavnar

Trúboðaraskip: Arbeiðið við at broyta hesa bilferjuna til sítt nýggja endamál sum trúboðaraskip, gongur eftir ætlan.

Longu nú er greitt, at føroyingar sum verða staddur í Danmark í august mánaði kunnu sleppa at vitja umborð á skipið sum nú eitur »Logos Hope« (myndin). Sambært tíðarætlanini hjá felagsskapinum fer skipið at liggja í danska høvuðsstaðnum í døgunum 8. til 19. august. Eitt stórt arbeiði er longu gjørt at fyrireika hesa vitjanina, sum uttan iva fer at verða væl vitjað.