? Hesa ferð trúgvi eg eitt sindur meira upp á tað, tí hesir menninir tykjast rættiliga ídnir at fáa skipið.
Orðini eigur Óli Hammer, stjóri á Smyril Line, nú tað enn einaferð ljóðar, at gamla Norröna er um at verða seld.
? Vit hava havt nógvar áhugaðar keyparar umborð. Tað er altíð størri áhugi fyri einum skipi, sum er í sigling, enn einum, sum liggur í Havn, sigur Óli Hammer.
Fleiri áhugaðir keyparar hava verið við skipinum, nú tað var í sigling ? og eisini nú Norröna fór úr Hanstholm til Keypmannahavnar vóru fleiri áhugaðir keyparar við.
Óli Hammer sigur, at tær ítøkjuligu samráðingarnar eru við eitt skipafelag við Miðalhavið, sum hevur fleiri skip í rutusigling.
Samráðingarnar hesaferð eru so seriøsar, at Óli Hammer væntar, at sølusáttmáli verður undirskrivaður seinni í hesi vikuni.
Heldur ikki hesaferð fær Óli Hammer upplýst søluprís ? enn í øllum førum. Hann sigur, at prísurin kanska kemur fram seinni. Óli Hammer sigur kortini so mikið, at søluprísurin ikki er tann, ið tey á Smyril Line helst vildu havt.
? Men nú mugu vit sleppa av við skipið, sigur Óli Hammer.









