Gamla Norðborg virkar krabba

Gamla nótaskipið hjá Eileri Jacobsen, Norðborg, tekur nú ímóti krabba í Grønlandi. Útróðrarbátar lata skipinum krabba, sum síðani verður virkaður umborð

 

Gamla Norðborg virkar nú sum innhandlingsskip í Grønlandi einar 15 fjórðingar sunnanfyri Nuuk. Skipið heldur seg mest innanfyri skerðgarðin, har tað tekur ímóti krabba.

Útróðrarbátar avreiða til skipið, sum virkar krabban til lidnar vøru umborð. Skipið er júst farið í gongd við hesa vinnuna, og úrslitið av fyrsta túrinum var, at skipið hevði 90 tons av lidnari vøru. Norðborg er umbygd til hetta endamálið, og stórir tangar eru settir upp, har krabbin verður frystur.

Tjúgu fólk eru umborð, og av teimum eru fimm føroyingar, sum enn eru við gamla føroyska skipinum.