23 fólk vórðu møtt á eykaaðalfundinum hjá B36, sum var í B36-húsinum í gjárkvøldi. Øll tann gamla nevndin legði frá, og nýggj nevnd varð vald. Í nýggju nevndina komu Kristjan á Neystabø, Kjartan Mohr og Edvard Heen. Tltakslimur er Magnus Hansen.
Í morgun tosaðu vit við nývalda formannin.
– Eg havi ikki verið burtur sum so, tí eg havi verið við at skipa Formuladeild felagsins sum sjálvstøðuga í felagnum seinastu trý árini. Tað hevur gingið væl, og er við at vera liðugt, greiðir Kristjan á Neystabø frá. Hann sigur, at nú gamla nevndin legði frá sær var brúk fyri eini nýggjari, og har hevur hann so játta at hjálpa til.
Men er tað ikki óvanligt, at ein heil nevnd leggur frá sær mitt í einum kappingarári?
– Jú, tað er óvanligt, men tað hevur so sínar orsøkir, sigur Kristjan á Neystabø, sum ikki ynskir at koma nærri inn á, hvørjar hesar orsøkir eru.
Keðilig fíggjarstøða
Kristjan á Neystabø var formaður í B36 í 20 ár, áðrenn hann legði frá sær fyri trimum árum síðani. Tá var B36 ríkasta felagið í landinum, og eginognin taldi fleiri milliónir krónur. Men tey bæði síðstu árini hevur tað hildnast illa hjá B36 reint fíggjarliga – hetta hóast felagið hevur spælt seg víðari í bæði UEFA Cup og Champions League. Nakað sum flestum kunnugt kastar nógvar pengar av sær.
Men tá vit spyrja Kristjan á Neystabø um fíggjarligu støðu felagsins, hevur hann ikki stórvegis viðmerkingar.
Tað man tó lítil ivi vera um, at Kristian á Neystabø skal inn at bjarga B36. Við sær hevur hann Kjartan Mohr, sum eisini hevur drúgvar royndir í felagnum, umframt Edvard Heen, ið er stjóri í Tryggingarfelagnum Føroyar, og er sostatt vanur at arbeiða við krónum og oyrum.
Spurdur um vit kunnu rokna við, at Kristjan tekur enn eitt 20 ára skeið sum formaður, svarar Kristjan flennandi, at tað heldur verður 20 mánaðir hesa ferð.
Vert er eisini at leggja merki til, at ein lógarbroyting eisini var á skránni á aðalfundinum hjá B36 í gjár. Henda gevur starvsnevndini heimild til at skipa besta lið felagsins í eitt partafelag/smápartafelag. Hetta helst fyri at fyribyrgja, at fíggjarligir trupulleikar koma at raka Formulahópin.
Myndatekstur:
Kristjan á Neystabø ásannar, at tað er óvanligt at ein heil nevnd leggur frá sær mitt í einum kappingarári