Prix Føroyar semifinalan í Trongisvági leygarkvøldið var eitt stórsligið og væleydnað tiltak. 8 bólkar høvdu tryggjað sær pláss í semifinaluni. Harav var bróðurparturin royndir og dugnaligir tónleikarar, meðan yngri tónleikarar eisini taldust millum teir leikandi.
Flestu miðlarnir í landinum vóru á staðnum og Svf sendi beinleiðis. Teir hava bert sent prix undanumførini á netinum og er tað annars ikki hent ofta, at sent hevur verið beinleiðis sjónvarp úr Suðuroynni. Men nýggj tøkni ger, at tað nú ber til.
Lama Sea, All That Rain, Lawetz, Makrel, Kristleif Zachariassen, Go Go Blues, Terji Rasmussen Band og Eyðun Nolsøe & Showmenn fóru á pall. Og bólkarnir syrgdu fyri, at talan bleiv um ein tónleikadyst, har vónleyst var at spáa um úrslitið.
Men tá avtornaði var tað sum heild gamla gardan, ið stóð eftir. Eyðun Nolsøe og Showmen, Terji Rasmussen Band og Go Go Blues eru tey 3 nøvnini, ið sleppa víðari og til finalauna, ella Atlantic Music Event í Norðurlandahúsinum, tann 23. apríl.
Hinvegin skuldu føroyskir konsertfyriskiparar eisini velja sær bólkar úr semifinaluni at spæla á teirra pallum í summar.
FUT valdi sær Lama Sea at spæla á Ólavsøkukonsertini, Lawets skal spæla á Summarfestivalinum í Klaksvík og Makrel á G-festivalinum í Gøtu. Mentanarhúsið í Fuglafirði valdi sær at Lama Sea og Terja at spæla saman við einum norskum bólki tann 16. apríl.
Sostatt vóru tað stórt sæð yngru bólkarnir, sum struku avstað við festivalplássunum.
Eitt væleydnað tiltak leygarkvøldið, har øll fingu sítt, ongin kundi spáa um úrslitið og metingarnar um, hvørt úrslitið var tað rætta eru helst líka nógvar, sum samansetingarmøguleikarnir við teim 8 bólkunum og trimum vinnarunum eru. Sosialurin hevur stóra frásøgn frá prix semifinaluni í blaðnum í morgin.