Gamla Dansistovan í Klaksvík varð bygd í 1898

SAMKOMUHÚSIÐ VARÐ BYGT Í 1898

Í DAGLIGARI TALU VARÐ HÚSIÐ nevnt Dansistovan. Ætlanin var, at húsið skuldi verða nýtt til fyrilestrar, føroyskan dans og onnur mentanarlig tiltøk, sum stimbraðu føroyska mentan og samleika. Tað varð við stuðli og íblástri frá fólki sum Símuni í Vági bygt í háskulaandanum, men seinni varð tað eisini nýtt til at hava enskan dans í.

 

Í fyrstu grein í lógum felagsins, sum bygi húsið, stóð, at »Felagið umfatar Vágs sókn og hevur til endamáls at eiga eini hús, sum nýtast skulu til at fremja okkara góða, gamla dans og til samkomingar fyri at røða um mál, sum gagnlig kunnu vera fyri okkara andliga lív og til nyttu fyri okkara vinnuvegi og annað, sum felagnum tykist gott og gagnligt«.

 

Í 1898 flutti fráhaldsfelagið í Klaksvík inn í Samkomu­ húsið, og Klaksvíkar Ítróttarfelag helt eisini til har, eftir at tað varð stovnað í 1904.

 

Tann 17. desember í 1899 var ein fundur í Samkomu­ húsinum, sum snúði seg um háskúlan í Føroyum, har m. a. Símun í Vági, Jóhan C. Djurhuus, Jóannes Patursson, Símun av Rkarði, Rasmus Rasmussen, Andreas C. Evensen, Gulak Jacobsen og lærarin í Klaksvík, Sá­Mikkal, vóru millum røðararnar.

 

##med2##

Háskúlin skipaði eisini fyri fyrilestrum og fimleiki í Samkomuhúsinum. Har vóru eisini sjónleikir framførdir. Vekingarrørslurnar, t. e. brøðrasamkoman og heima­ missiónin, hildu, áðrenn tey í ávikavist í 1917 og 1920 fingu egin høli, møti í samkomuhúsunum. Tey árligu samfelgasmøtini hjá brøðrasamkomuni, sum fyri fyrstu

 

ferð vórðu hildin í 1923, vóru tá eins og seinni, tá ið tey vóru í Klaksvík, hildin í Samkomuhúsinum.

 

##med3##

Samkomuhúsið, sum í mong ár var miðdepil fyri stórum pørtum av mentanarlívinum í Klaksvík, stóð beint eystan fyri plássið, ið mentanarhúsið Atlantis nú stendur á. Tað var tikið niður fyrstí 1970 árunum.

 

(Klaksvíkar søga • 2. Bind)