Í kvøld hevur fyrra hálva av 4. umfari í bólkaspælinum í Champions League verið. Juentus stendur eftir sum stóri taparin, Chelsea kláraði frísak og FCK fekk stig móti Manchester City, ið var uttan Erling B. Halland
Bólkur E:
Chelsea vann á øllum frontum í kvøld. Teir vunnu 2-0 á San Siro móti AC Milan, sum fekk ein mann útvístan í fyrra hálvleiki. Hartil spældu Dinamo Zagreb og Redbull Salzburg javnleik í Kroatia, sum ger at Chelsea er í eini ymski støðu.
AC Milan – Chelsea 0-2
Dinamo Zagreb – Redbull Salzburg 1-1
1: Chelsea 7
2: Salzburg 6
3: AC Milan 4
4: Dinamo Zagreb 4
Bólkur F:
Real Madrid bjargaði sær eitt stig í dystinum móti Shakhtar Donetsk, tá Antonio Rudiger stútaði bóltin í málið í yvirtíðini. Tað kostaði eitt ordans sár og blóðbað í andlitinum. Leipzig sendi Celtic úr bólkaspælinum fyribils.
Celtic – RB Leipzig 0-2
Shakhtar Donetsk – Real Madrid 1-1
1: Real Madrid 10
2: RB Leipzig 6
3: Shakhtar Donetsk 5
4: Celtic 1
Bólkur G:
FCK fekk eina hjálpandi hond í Parkini, tá Sergio Gomez bleiv útvístur. Hartil bleiv málið hjá Rodri kolldømt fyri hond, og málverjin hjá FCK bjargaði brotssparki, tá hondin var ímóti FCK í egnum brotsteigi. Hin dysturin endaði við javnleiki og tað er ein lítil sigur til Dortmund.
FCK – Manchester City 0-0
Borussia Dortmund – Sevilla 1-1
1: Manchester City 10
2: Borussia Dortmund 7
3: FCK 2
4: Sevilla 2
Bólkur H:
Juventus er stóri taparin í dag. “Gamla daman”, sum italska stórfelagið verður rópt, tapti 2-0 móti Maccabi Haifa í Ísrael. Nú er langt á mál og víðari luttøkan er næstan rokin. PSG uttan Lionel Messi megnaði bara 1-1 móti Benfica. Tað kunu bæði liva við.
Maccabi Haifa – Juventus 2-0
PSG – Benfica 1-1
1: PSG 8
2: Benfica 8
3: Juventus 3
4: Maccabi Haifa 3











