Gamla daman fall

Champions League: Chelsea og Villarreal eru víðari til fjórðingsfinalurnar

Revsirakta Chelsea og spanska Villarreal eru víðari til fjórðingsfinalurnar í Champions League saman við Bayern Munchen, Real Madrid, Manchester City, Liverpool, Benfica og Atletico Madrid.

 

Lille – Chelsea 1-2 (1-4 samanlagt)

 

Fronsku meistararnir kláraðu at geva Chelsea ein hvøkk, tá Burak Yilmaz umsetti eitt brotsspark til 1-0. Eina løtu var trýst á Chelsea, sum er rakt av revsitiltøkum í løtuni, men í yvirtíðini í fyrra hálvleiki skoraði Christian Pulisic úr spískum.

 

Gestirnir úr London kundu nú anda nakað róligari, hóast heimamenninir tvær ferðir vóru nær við at skora aftur. Tað endaði við, at Cesar Azpilicueta setti punktum við máli tjúgu minuttir fyri tíð.

 

Juventus – Villarreal 0-3 (1-4 samanlagt)

 

Gamla daman, sum Juventus eisini verður rópt, fall so syngjandi, tá samanumkom. Úrslitið kemur óvart á, men í 70 minuttir var heimaliðið omaná og hevði fleiri stórar málmøguleikar. Tí sigur úrslitið ikki alla søguna.

 

Dusan Vlahovic var millum teirra, sum kundi havt skorað. Uppgerðin vendi, tá Francis Coquelin bleiv feldur í brotsteiginum hjá Juventus. Gerard Moreno umsetti til mál. Fimm minuttir fyri tíð økti Pau Torres eftir hornaspark og Arnaut Danjuma setti punktum við enn einum brotssparki.

 

Lutakastið til fjóðringsfinalurnar verður fríggjadagin.