Gamla brúgvin flutt

Arbeiðsbrúgvin, sum løgd varð um Leynará í samband við ger av undirsjóvartunlinum, er tikin niður og goymd burtur

Avrigging

Leynar:Tað sæst alt minni til, at tað nakrantíð hevur verið arbeitt við undirsjóvartunli í Leynum. Brúgvin, sum koyrt varð eftir, meðan arbeitt varð, er nú eisini burtur.
Gamla arbeiðsbrúgvin er tikin niður. Landsverkføðingurin eigur brúnna og hevur havt hana lýsta til sølu. Men eingin legði í at keypa, sigur Oyvindur Brimnes, landsverkfrøðingur.
Men brúgvin skuldi takast burtur, og tað varð hon so. Løgd á ein stóran blokkvogn og flutt norður um Kollafjørð til Landsfjósið at liggja, til funnið verður fram til, hvat hon kann brúkast til.
?Brúgvin er fín, sigur Oyvindur Brumnes. Breið og sterk, og kann saktans nýtast í samband við vegagerð onkunstaðni.
Okkurt er, sum bendir á, at hon kemur aftur til heiður og æru.