Game of Thrones: Diana Rigg deyð

Enski sjónleikarin Diana Rigg er deyð, 82 ára gomul, skriva enskir miðlar.

Hon doyði friðaliga í morgun heima við hús við familjuni kring seg, verður upplýst.

Hon fekk vind í seglini sum filmssjónleikari í 1965, tá hon í leiklutinum sum Emma Peel spældi við í 51 pørtum av Avengers.

Í 1969 leikti hon við í James Bond filminum On Her Majesty’s Secret Service, har hon leikti kona 007, Teresa di Vincenzo. Her leikti hon saman við George Lazenby, ið leikti Bond.

##med2##

Seinnu árini hevur hon verið kend fyri leiklut sín sum Olenna Tyrell i 18 pørtum av Game Of Thrones.

Í 1997 vann Rigg Emmy fyri besta kvinnuliga hjáleiklut fyri leiklutin sum Mrs. Danvers í røðini Rebecca.

Diana Rigg giftist tvær ferðir. Í 1973 giftist hon Menachem Gueffen. Í 1982 giftist hon Archie Stirling, og vóru tey gift í 8 ár, og fingu tey eina dóttur, sjónleikaran Rachael Stirling.