Áttanda og síðsta sesongin av amerikonsku sjónvarpsrøðini, Game of Thrones, kemur út í fyrru hálvu av 2019. Tað varð almannakunngjørt av Casey Bloys, programmleiðara í HBO, í gjár.
Fyri umleið einum ári síðan kom síðsti partur av sjeyndu sesongini út. Síðan tá hava fjepparar av amerikonsku sjónvarpsrøðini bíðað spentir eftir at síggja meira til Kings Landing, múrin, John Snow og white walkers. HBO meldaði út í januar 2017, at nýggja og seinasta sesong í røðini fór at koma einaferð í 2019. Men einki varð sagt um nær.
Nú eru vit í øllum førum eitt sindur nærri einum dato til frumsýningina av finalusesongini, men vit vita so ikki meira, enn at tað verður í fyrru hálvu av 2019.
Undanfarnu sesongirnar hava allar rúmað tíggju partum, men til komandi sesong verður tað eitt sindur øðrvísi. Har vera bara seks partar, men harafturímóti verður hvør partur millum 70 - 90 minuttir langur.
Tað hevur verið kent leingi, at hendan áttanda sesongin verður tann síðsta í røðini. Men hetta verður allarhelst ikki tað síðsta, vit koma at síggja til lívið í Westeros kortini. HBO eru í ferð við at planleggja eina nýggja sendirøð, sum er ein undansøga til Game of Thrones. Hetta kemur at snúgva seg um lívið í Westeros fleiri túsund ár, áðrenn John Snow, Daenerys Targaryen, Lannister familjan og øll hini búðu har. Hendan røðin hevur ikki fingið navn enn, men væntað verður, at hon verður filmað í 2019, avdúkaði Casey Bloys frá HBO.
Sjónvarpsrøðin er grundað á bøkurnar hjá rithøvundanum George R.R. Martin, og hon varð send fyrstu ferð í 2011. Hon tekur støði í hugskapta meginlandinum, Westeros, har fleiri familjur stríðast um at sita við valdið. Sjónvarpsrøðin hevur vunnið eina rúgvu av virðislønum, og er millum tær allar best umtóktu og mest sæddu sjónvarpsrøðirnar í dag.










