Í rætta ?gambler? stíli, ber nú til at vinna atgongumerki til Kenny Rogers framførsluna í summar, og tað á ein heldur øðrvísi hátt Vanligt er, at atgongumerki til tónleikaframførslur verða burturlutaðar áðrenn framførslurnar.
Tað heur Sp/F Holmen eisini ætlanir um, og í gjár byrjaði fyritøkan atgongumerkjasøluna á torginum í SMS, og har ber eisini til at vinna atgongumerki til Kenny Rogers.
Kendasta lagið hjá Kenny Rogers er allarhelst The Gambler, og við hesum í huga hava fyrireikarar sett upp eitt pokerborð, har áhugaði kunnu koma framvið at royna eydnuna.
Áhugaði fáa 5 kort í hondina, og tann í fær tað hondina, sum á pokermálið nevnist straight, ella tað sum er hægri enn tað, fær eitt ókeypis atgongurmerki til Kenny Rogers.
Pokerborðið verður á torginum í SMS komandi tvær vikurnar.