Gambla við gomlum

Bergur A. Dalsgarð, sjúkrarøktarlesandi á Fróðskaparsetur Føroya

----
Eg spyrji í álvara: Hvat er gott við at koyra eldraøkið út til kommunurnar?
Eg síggi bara, at tað fer at vera munur á, hvussu góð tilboð okkara eldru fáa, alt eftir um tey eru so heppin at koma úr eini ríkari kommunu - ella ikki.
Eg eri føddur í Tórshavnar kommunu, so eg fái nokk eitt stórt og fjálgt pláss á Boðanesheiminum, tá eg verði gamal. Men tað eru sanniliga ikki allar kommunur, ið hava fíggjarligu styrkina til at gera so stórar íløgur í eldraøkið, hóast avleiðingin av ikki at gera hesar íløgur eru vanlukkuligar, í einum menniskjaligum mátistokki.
Tað kemur at vera størri umsiting enn í løtuni, tí at allar tær stóru kommunurnar og kommunueindirnar (sum ikki enn eru til) skulu hava hvør sína umsiting til hvør sítt eldraøki. Tá koma at vera eini sjey umsitingar til kommunala eldraøkið kring landið!
Til sakina:
Nú er spart og spart á eldraøkinum, so at sam­gong­an kann sleppa at lata kommununum eitt máls­øki, ið sær nógv bíligari út á pappírinum, enn tað í veru­leikanum er. Í framtíðini fara frustratiónirnar hjá av­varð­andi at ganga út yvir teir mongu kommunal­politik­ararnar, ið sita eftir við Svartaperi, og ongan møgu­leika hava fyri at veita sínum eldru borgarum virðiligar livi­um­støður!
Tað kann eingin ivi vera um, hví samgongan vil koyra eldraøkið út til kommunurnar at umsita. Hetta er ein roynd hjá sitandi samgongu at pynta um fíggjarlógina við at strika ta útreiðsluna, sum eldraøkið er, umframt hjá landsstýriskvinnuni, at sleppa sær av við/síggja út til at gera nakað við eitt máls­øki, sum minkar um møgu­leikarnar hjá henni at blíva afturvald – og at hetta eru orsøkirnar til at leggja økið út, tað líkist ongum! Skal tað gerast, so má neyðuga fíggingin fylgja við, og tað skal vera fyri at geva fólki eina betri tænastu. Tað fáa vit ikki við at leggja tað út til kommunurnar. Tað fáa vit við, at løgting og landsstýrið tora at taka ábyrgd, raðfesta, og finna útav hvussu eldraøkið skal síggja út í framtíðini – ikki við at leggja ábyrgdina frá sær fyri at sleppa undan einum ópopulerum øki.