FÓLKATINGIÐ
Rólant Waag Dam
rolant@sosialurin.fo
Christiansborg, Keypmannahavn: Sjúrður Skaale tók orðið á fyrsta starvsdegi sínum á Christiansborg í gjár. Fyrstu tímarnar lýddi hann á meðan kjakast var um støðuna í Grønlandi. Tað vóru limir í Dansk Folkeparti, sum høvdu sett forsætisráðharra Anders Fogh Rasmussen fyrispurning um, hvat hann kundi upplýsa um politisku – og ikki minst sosialpolitisku – støðuna í Grønlandi.
Dansk Folkeparti ynskti at fara aktivt inn og bøta um syndarligu støðuna í Grønlandi. Hetta ætlaðu tey millum annað skuldi gerast við at oyramerkja ein part av ríkisveitingini til sosiala øki. Hetta skuldi gerast, uttan at grønlendingar verða eftirspurdir. Hetta var lítið dámt í salinum á Christiansborg, og millum teirra, ið talaðu ímóti hesum uppskoti var Sjúður Skaale.
– Eg eri ikki samdur við Dansk Folkeparti. Eg meini teir hava eina dulda dagsskrá, segði Sjúrður Skaale, sum helt at Dansk Folkeparti ynskir at fáa ræði á grønlendsku oljuni. Hann legði aftrat, at hann helt tó ikki at Dansk Folkeparti dugdi serliga væl at dylja sína duldu dagsskrá og segði síðani:
– Men fyri at røkka hesum málið er neyðugt, at heimastýrið verið sett úr gildi, ella í hvussu so er at sjálvstýrisarbeiðið verður steðgað ella broytt.
Ein harðlig, men ikki ótilvitað byrjan frá føroyinginum á Christiansborg.
– Eg haldi hatta var ein góður máti at gera tað upp á. Tað var fullur salur so nú áttu tey at vita, at eg eri har, sigur Sjúrður við einum skeivum smíli. Og tey vóru eisini fleiri, sum bitu merki í orðini frá Sjúrður. Lesast kann aðrastaðni á síðuni um, hvussu fólkatingslimirnir róstu Sjúrður fyri orðini. Harnæst nevndi tíðindastovan Ritzau eisini ákærurnar hjá Sjúrða Skaale mótvegis Dansk Folkeparti.
Men hóast harðliga byrjan, so fekk Sjúrður eisini fólkatingssalin at flenna. Hetta tá hann greiddi frá sínum málsligu førleikum á donskum.
– Onkur hevur sagt við meg, at tað kann ongantíð enda væl hjá tær á fólkatingi, tá tú dugir so illa danskt, men eftir at hava hoyrt fólkatingsformannin úttala mítt navn, havi eg góðar vónir, tí mítt danska er hóast alt betri enn hansara føroyska, skemtaði Sjúrður Skaale á Christiansborg í gjár.