Gamalt vitaskip vitjar Vág

Leygarmorgun kemur norska museums-skipið Gamle Oksøy á Vág og verður í tí sambandi opið fyri almenninginum bæði leygardagin og sunnudagin. 

 

Leygardagin verður Gamle Oksøy opið kl. 10-12 og 14 -18. Og sunnudagin er skipið opið kl 14-18.

 

Skipið bleiv bygt í Haugesund í 1962. Tað bleiv brúkt til at viðlíkahalda vitar, lampur og merki við norsku strondina og førdi millum annað parafin og gass til mongu vitarnar.

 

Skipið var í tænastu til 1996, tá tað bleiv norsku vitarnir skiftu til battarí- og sólorku. Í 1997 bleiv skipið givð sum gáva til Bredalsholmen Dokk og Fartøyvernsenter.

 

Skipið er mest sum ongantíð broytt síðani tað bleiv bygt og nýggju eigararnir royna at varðveita tað í sama standi. Nú verður tað nýtt sum søguligt savn til at kunna um vitaarbeiðið við norsku strondina.