Gamalt træ fall í Boysensgarði

Í ódnarveðrinum í gjárkvøldið, tá tað var sera nógvur vindur í miðbýnum í Havn, fall eitt stórt 120 ára gamalt bókatræ í Bojsensgarði, sum er garðurin hjá Gamla Bókhandli í Havn.

 

Í ódnarveðrinum í gjárkvøldið 23. mars 2021 brotnaði eitt av meira enn 120 ára gomlu bókartrøunum, sum stóð í horninum oman móti trappuni í Vágsbotni. Ta einu løtuna undan kl 21 um kvøldið var av ringasta veðri, fleiri fráboðanir vóru um skaðar, m.a. fall eitt stórt træ í Viðarlundini eisini.

Tað skrivar Tórshavnar kommuna á Facebook í dag.

Bojsensgarður varð latin upp fyri almenninginum, so havnarborgarar og onnur kundu fáa eina friðsæla uppliving í vakra garðinum. Trøini eru millum elstu trø í býnum og gøturnar eru steinlagdar. Garðurin varð gjørdur í 1860.

Garðurin er uppkallaður eftir Johan Emil Julius Bojsen, sum var fyrstilærari í Realskúlanum. Í dag eigur ein grunnur garðin, og kommunan tekur sær av at røkja garðin, gøturnar, trøini og blómurnar.

Seinastu eftirkomarar hjá H. N. Jacobsen, bókhandlara, sum áttu Bókhandilin, vóru abbasonur hansara, Hans Niclasen, sum doyði í 1970 og kona hansara Kate Niclasen, sum doyði í 1992. Tey testamenteraðu handilin og húsini til grunnin, sum nú eigur.

Bókartrø kunnu annars blíva minst 250 ára gomul í Føroyum.

##med2##

##med3##