- Nógv smærri arbeiðir verða gjørd í kommununi næstu tíðina. Arbeiðini fevna eitt nú um at skifta gomul rustað rekkverk út við nýggj úr rustfríum stáli, at stoypa trappur av nýggjum, eins og aðrir snøklar verða stoyptir og asfalteraðir.
Soleiðis siga tey í Vestmanna kommunu í dag.
- Fleiri hava helst varnast, at nýtt rekkverk er sett upp við trappurnar niðan í ítróttahøllina, og at arbeitt verður á Torginum í løtuni, har gamla, grøna hegnið, sum stóð framvið í brekkuni, er tikið burtur. Í vikuni verður nýtt rekkverk sett upp.
Í Vestmanna kommunu vísa tey á, at trappurnar av Ovara Vegi oman í Heygatún eru stoyptar av nýggjum, og í næstum verða trappurnar til gøturnar í Útibø eisini gjørdar, umframt at snøklar verða asfalteraðir runt alla bygdina.
- Arbeiðini kunnu órógva í gerandisdegnum, og vit heita á borgarar um at vísa tolsemi og ansni, meðan arbeiðini fara fram.
Í Vestmanna kommunu leggja tey aftrat, at fleiri størri arbeiðir í vegakervinum verða sett í gongd í vár.










