Í 1983 rændu brotsmenn fleiri milliónir krónur úr einum pengaflutningsbili í Keypmannahavn. Stutt eftir ránið steðgaði løgreglan í París tveimum palestinum, sum høvdu tilknýti til palestinska yvirgangsfelagsskapin PFLP. Tað vísti seg, at menninir høvdu seks milliónir krónur við sær, og alt bendir á, at pengarnir stavaðu frá ráninum í Keypmannahavn.
Danska løgreglan fekk boð um handtøkurnar í París og bað løgmálaráðið í Keypmannahavn um hjálp til at fáa teir báðar palestinsku menninar og pengarnar útflýggjaðar úr Fraklandi. Men hóast fleiri áheitanir gjørdi løgmálaráðið einki við málið, og endin varð, at palestinararnir vórðu latnir leysir, og pengarnir komu heldur ikki aftur til Danmarkar.
Uffe Ellemann-Jensen, sum var uttanríkisráðharri um hetta mundið, krevur nú, at tað verður kannað, um tað var ein politisk avgerð at steðga málinum.
-Eg var uttanríkisráðharri og limur í trygdarnevndini hjá stjórnini, men eg minnist ikki, at vit nakrantíð vórðu kunnaðir um málið, sjálvt um tað hevði samband við landsins trygd, sigur Ellemann-Jensen við Berlingske Tidende.
Hann sigur, at hann fer at tosa við núverandi uttanríkisráðharran, Per Stig Møller, um málið fyrsta dagin.