Fløskur
Tað hevur tikið sína tíð, men nú ber so eisini til at keypa føroyskt øl í PEN-fløskum í vanligari stødd. Hetta er annars nakað, sum bara Carlsberg og Tuborg hava kunnað bjóða.
Føroya Bjór hevur annars í nøkur ár havt PEN-fløskur, men hesar hava verið í størra lagi og hava tí ikki fingið ta heilt stóru undirtøkuna millum manna. Eisini hava bæði Føroya Bjór og Restorff upp undir eitt nú ólavsøkuna tappað øl í PET-fløskur, men hesar eru ikki serliga væl egnaðar til øl, tí tær »anda«, og verður løðurin tí nakað deydligur, um fløskan stendur eina tíð.
Stóri trupulleikin hevur verið, at PEN-fløskurnar eru patenteraðar, og tí hevur ikki borið til hjá føroysku bryggjaríunum at fingið hendur á teimum.
Nú er hetta tó eydnast hjá Føroya Bjór, og fyrstu fløskurnar eru longu komnar á marknaðin. Í mun til vanligar øl er innihaldið nakað meira ? 38 cl. móti 33 ? men hóast tað, er fløskan munandi lættari.
Og ikki minst, so er talan her um eina fløsku, sum ikki letur glassplintrar eftir sær kring alt landið.
Pantið á nýggju fløskuni er 2,50 kr, og saman við økta innihaldinum ger hetta tí, at øl í PEN-fløskum er dýrari enn í glas-fløskunum. Men roknað upp á liturin, er kostnaðurin altso hin sami.










