Gamalt innbúgv má innaftur í umvældar skúlastovur

Gamalt og slitið innbúgv skal innaftur í umvældar skúlastovur í skúlanum á Ziskatrøð. Pengar eru ikki til at keypa nýtt innbúgv fyri

Tá summarfrítíðin er av, verða 10 av skúlastovunum í skúlanum á Ziskatrøð ikki til at kenna aftur. Skúlastovurnar verða í hesum døgum settar í stand, og alt skal skiftast út. Líka við undantaki av innbúgvinum í fimm ella seks av stovunum.

- Tað mangla 350.000 krónur til at keypa nóg nógv innbúgv, og tí fara 40 ára gomlu stólarnir og borðini innaftur í helvtina av stovunum, sum annars verða sum nýggjar, sigur Jógvan Lutzen, formaður í mentanarnevndini hjá Klaksvíkar býráði.

- Í heilagu skriftini verður tosað um at lata nýtt vín á gamlar fløskur, og hetta er júst tað sum hendir í skúlanum. Tað er burturvið at koyra gomlu borðini og stólarnar innaftur í høvuðsumvældu stovurnar, heldur hann.

Ein samd mentanarnevnd mælti á býráðsfundinum seinasta hóskvøld til, at pengar vórðu fluttur av eini konto ætla til nýbygging av skúlanum við Ósánna, so nýtt innbúgv kundi keypast til allar 10 skúlastovurnar á Ziskatrøð.

Men býráðið í Klaksvík feldi hetta uppskotið á fundinum, tí tað helt tað ikki verða rætt, at flyta pengar millum konti.


Mangla pengar

Skúlin á Ziskatrøð, sum er annar av fólkaskúlunum í Klaksvík, hevur fyri neyðin stórar ábøtur, tí lítið og einki er gjørt við skúlan nógvu seinnu árini. Onkrar skúlastovur eru gjørdar í stand, og í summarferiuni verða 10 stovur afturat høvuðsumvældar. Nýggj ventilatiónsannlegg verða sett upp, el, gólv og loft verða skift út, og veggirnir verða settir í stand.

Á fíggjarætlanini fyri ár 2000 eru tríggjar milliónir krónur settar av til hetta arbeiðið, men hetta vísir seg nú ikki at verða nóg mikið. Fuglø Arkitektar, sum standa fyri arbeiðnum, roknaðu seg herfyri fram til, at tað mangla 350.000 krónur til at keypa innbúgv fyri.

Málið endaði hjá mentanarnevndini hjá Klaksvíkar býráði, og eftir ein drúgvan fund gjørdi ein samd nevnd eitt tilmæli til býráðið um, at 350.000 krónur vórðu fluttar av eini konto ætla til nýbygging av Ósáskúlanum til keypið av stólum, borðum, talvum og kortum.

Málið fór eisini fyri fíggjarnevndina, sum hinvegin einmælt mælti frá at flyta pengarnar.

Og tað var eisini endin á býráðsfundinum seinasta hóskvøld. Fýra býráðslimir atkvøddu fyri, meðan sjey vóru ímóti tilmælinum hjá mentanarnevndini.


Viljin skortar tá ástendur

Formaðurin í mentanarnevndini hjá Klaksvíkar býráði er harmur um avgerðina.

- Vit mæltu til at flyta 350.000 krónur av eini konto ætla til nýbygging av Ósáskúlanum, sum ikki fer í gongd í ár, so nýggj borð, stólar, talvur og kort kundu keypast til skúlastovurnar á Ziskatrøð. Á fíggjarætlanini fyri næsta ár skuldu pengarnir so flytast aftur til Ósáskúlan, men hetta vildi býráðið ikki, sigur Jógvan Lutzen.

- Børnini eru tað dýrasta tilfeingið, sum vit eiga, og tí skal skúlin verða í lagi. Men tá ástendur, so er ikki nóg stórur vilji til at tryggja góðar umstøður í skúlanum, heldur Jógvan Lutzen.

- Virðingin fyri teimum umvældu hølunum fellir, tá tað eru elligamlir og niðurslitnir møblar, sum fara innaftur í stovurnar, sigur formaðurin í mentanarnevndini.

Hann sigur, at í summum førðum er eingin trupulleiki at flyta pengar millum konti, men hesaferð vildi ein meiriluti í býráðnum ikki gera tað. Innbúgvið í teimum umvældu skúlastovunum kann tí í fyrsta lagi keypast eftir ársskiftið, men spurningurin er so, hvar óbrúkta játtanin til Ósáskúlan fer, sigur Jógvan Lutzen.oacute;rn um broytt viðurskifti millum Føroyar og Danmark, tað hevði verið nokk at fingið eitt danskt uppskot faxað út í Tinganes til undirskrivingar, tí har góðtaka tit alt beinanvegin, tað hava tit prógvað til fulnar, so har er einki at samráðast um ? og at avreiða eitt heilt land við einum pennastroki skuldu tit helst eisini klárað. Tað er frælsisstríðið, sum krevur samráðingar, og har er nógv at samráðast um.

Eg dugi ikki at fata, at tað er so rívandi galið at taka ábyrgd av sínum egnu viðurskiftum? eitt annað, sum eg eisini kundi hugsað mær at vitað er, hvat er stórbæri í at fáa pening og lata vald frá sær, ella hvussu ein kann hava sum politiskt endamál at tryggja, at vit ikki skulu gerast sjálvbjargin og hava sjálvstýri í Føroyum, skiljið tað hvør ið vil? ? men tað er sambandspolitikkur við stóra S.

Jú, so sanniliga er nógv at samráðast um, men tað er ein fortreyt, at mótparturin vil samráðast, og sjálvt tá vit hava upplivað at stjórnin leggur seg tvøra og ikki vil viðgera eina rímuliga skiftistíð ? sum einki hevur við biddaragongd at gera, sjálvt tá kemur afturhaldið við eftirklókskapinum í reinum sambandsanda og niðurger samráðingarnevndina, sum helst ikki kundi verið betur umboðað og hálovar mótspælinum frá donsku stjórnini.

Men hóast tað, so er endamálið við samráðingum eitt land ? okkara land Føroyar, harra Atli Hansen.


Áki Andreasen