Bjargingarmyndugleikarnir í Queensland í Avstralia hava nú fingið vissu fyri, at eingin slapp við lívinum, tá eitt flogfar við seks fólkum datt niður í ein frumskóg har mánadagin.
Flogfarið, eitt Havilland Dragon, var tí gamla slagnum við dupultum veingjum og var bygt einaferð í 1930-árunum. Hildið verður, at 14 flogfør eru til av hesum slagnum.
Myndugleikarnir hava leitað eftir flogfarinum síðani mánadagin, og í dag fann ein tyrlað tað. Tyrlumanningin sigur, at flogfarið er illa brotið, og at har var einki tekin um lív.