Á ytru síðuni á bilhúsinum, sum lesarin sær á myndini, sæst ikki, hvat goymir seg innanfyri veggirnar.
Men á myndini høgru megin fæst ein ábending um hetta. Svørt gólv, hvítir veggir og stílfullir møblar skapa eina flotta íbúð.
Tað er í fyrsta lagi gamla bilhúsið, sum er karmur um snotuligu íbúðina í Bordeaux í Fraklandi. Í dag er hetta ein familjuíbúð á 210 fermetrar.
Fyri at skapa rúm fyri íbúðini, er bygt upp í gamla bilhúsið, men hetta sæst heldur ikki á framsíðuni á myndini til vinstru.
Í stovuhæddini er inngongd, bað og sovikamar og aftan fyri hinumegin, sum vit ikki síggja, er vakur garður.
Stór trappa gongur upp á ovaru hæddina, og her er ein opin stova á 100 fermetrar - við útgongd á eina stóra altan.
Vakra íbúðin liggur í stuttum goymd aftanfyri framsíðuna á gamla bilhúsinum.