Marner Jacobsen, sum var stjóri í Eik, er aftur inni í hitanum. Seinni í hesum mánaðinum verður hann valdur í nevndina í partafelagnum, German High Street Properties, í Danmark.
Tað hendir, nú partafelagið hevur boðað til eykaaðalfund í Keypmannahavn tann 27. mai.
Har fer nevndin í skjóta upp, at Marner Jacobsen verður valdur í nevndina.
Í viðmæli sínum til partaeigararnar staðfestir nevndin, at Marner Jacobsen er fastognar- og íløguráðgevari og so verða eisini ein ørgrynna av nevndarsessum og álitisstørvum, hann hevur havt.
German High Street Properties er eitt felag, sum livir av at gera íløgur í fastar ognir í Týsklandi.
Felagið ger bara íløgur í fastar ognir, sum liggja væl fyri í stórum, týskum býum, sum eru væl fyri fíggjarliga og har fólkasamansetingin er góð.
Í hesum sambandi hevur felagið keypt bygningar í Hamburg, Salzburg, Frankfurt, Stuttgart, Maastrict og øðrum býum.