Gamal NSÍ spælari sá reytt

ÍF var undirmannað síðsta korterið, tá ið NSÍ av álvara spískaði seg og vann trivaligan heimasigur

NSÍ hevur í góðveðrinum seinnapartin av álvara stemplað inn í 2021 landskappingina.

Oyggjauppgerð, sum skuldi vera í Fuglafirði, og sum varð flutt til Runavíkar, tí tað var so nógvur kavi í Fløtugerði, endaði við trivaligum 3-0 heimasigri. Síðsta korterið var ÍF undirmannað, tí miðverjin Jens Joensen, sum fyri tað mesta hevur spælt við NSÍ, sá gult fyri aðru ferð og sá tí eisini reyða kortið.

Hetta var fyrsta ferðin í ár, at ÍF fór av vøllinum uttan at hava vunnið stig.

Klæmint A. Olsen umsetti miðskeiðis í fyrra hálvleiki brotsspark til mál. Dómarin bríkslaði fyri brotssparki, tá ið bólturin varð sparkaður í armin á einum av ÍF spælarunum.

Petur Knudsen økti til 2-0 miðskeiðis í seinna hálvleiki. Mikkel Elbæk Jakobsen átti uppleggið, og hin danski spælarin hjá NSÍ, Jacob Trenskov, staðfesti 3-0 sigurin, tá ið tað restaðu 17 minuttir. Tá átti innskifti Jørgen Nielsen uppleggið.

Upp undir vikuskiftið ljóðaði úr Fuglafirði, at tað var ivasamt, um Uros Stojanov fór at vera førur fyri at spæla í dag. Hann vísti seg at vera klárur og var á vøllinum alla tíðina.

Hjá NSÍ var tað merkisvert, at Tróndur Jensen í dag fyri fyrstu ferð, síðani hann flutti til Runavíkar, ikki var millum teir fyrstu ellivu. Hann varð skiftur inn, tá ið tað restaðu 20 minuttir. Hann avloysti Rógva Egilstoft, sum í dag var í miðverjuni saman við Oddi Á. Højgaard.

NSÍ hevur seks stig eftir fýra dystir, og ÍF hevur sjey stig eftir fýra dystir.

 

NSÍ – ÍF 3-0 (1-0)

1-0: Klæmint A. Olsen br 26

2-0: Petur Knudsen 63.

3-0: Jacob Trenskow 73.

Dómari: Rúni Olsen

NSÍ: Tórður Thomsen – Jóhan Troest Davidsen, Oddur Á. Højgaard, Rógvi Egilstoft,

Pætur Hentze – Mikkel Elbæk Jakobsen, Jacob Trenskow, Betuel Hansen, Aron Knudsen – Petur Knudsen, Klæmint A. Olsen

ÍF: Jákup Nolsøe Olsen – Steinbjørn Olsen, Jens Joensen, Jan Ó. Ellingsgaard – Hans Jákup Lervig, Karl Løkin, Bogi Reinert Petersen, Sámal Joensen, Gundur E. Petersen – Filip Djordjevic, Uros Stojanov