Gamal nazistur fríkendur

Ein dómstólur í Budapest fríkendi í dag tann 97 ára gamla Sandor Kepiro, sum var ákærdur fyri at hava beint fyri nógvum jødum og serbum undir seinna heimsbardaga. Dómurin kom óvart á fleiri, tí undan rættarmálinum bleiv Kepiro umrøddur sum heimsins mest eftirlýsti nazistur.

Í rættinum var Sandor Kepiro ákærdur fyri at hava beint fyri 36 fólkum í hópdrápinum, sum var, tá ungarskir hermenn tóku býin Novi Sad í januar í 1942. Meiri enn 1.200 jødar og serbar doyðu í hópdrápinum. Ákæruvaldið kravdi í minsta lagi fongsulsrevsing, men verjarnir hildu uppá, at tað eru eingi prógv fyri, at Kepiro hevði framt krígsbrotsverk.

Sjálvur hevur Sandor Kepiro alla tíðina sagt, at hann er ósekur, og at hann als ikki visti um hópdrápið í Novi Sad. Hetta endurtók hann, áðrenn dómurin fall í dag, og dómarin hevði eftir øllum at døma somu áskoðan.