Fiskivinna
Línubáturin Torita I úr Ellingsøy í Noregi man vera kendur av fleiri føroyingum. Báturin, sum er slakar 40 metrar langur, er smíðaður í 1978 og umbygdur í 1983.
Í fjør fiskaði Torita I fyri heili 24 miljónir norskar krónur, sum má sigast at vera eitt stórt tal.
Í ársroknskapinum sigur felagið, sum eigur skipið, at tað er eitt minni skipsreiðarí í Ålesund kommunu, sum eigur Toritu I.
Hýsu-og toskakvotan hjá línubátinum í ár er ávikavist 181 og 217 tons. Haraftrat kann skipið fiska frítt eftir eitt nú brosmu, longu og steinbíti.
Raksturin av Toritu I gav í fjør eitt avlop upp á tilsamans 2,4 miljónir norskar krónur.
Til samanburðar kann nevnast, at besti línubáturin í føroyska fiskiskipaflotanum í fjør - Klakkur - fiskaði fyri einar 17 miljónir krónur í okkara peningi.
Tað er FiskeribladetFiskaren, sum ber tíðindini um Toritu I á síni heimasíðu.